Keys to Freedom Retreat
Keys to Freedom Retreat
Tilgængelighed for afhentning kunne ikke indlæses
Byrjar hósdag kl. 9 (Kristi himmalsferðardagur)
Endar sunnudag kl. 12
Keys to Freedom retritið bjóðar luttakarum eina fordjúpan í grund hugtøkunum, sum eru at finna í Keys to Freedom-skeiðnum hjá Mercy Beyond. Hetta fýra daga retritið inniheldur undirvísing, tilbiðjan og kjak í smærri bólkum. Tíð verður eisini sett av til persónliga reflektión, hvíld og máltíðir. Kvinnur og menn, ið eru 18 ár og eldri, eru vælkomin at luttaka.
Mál okkara við Keys to Freedom retritinum, er at bjóða ein møguleika at fara burtur frá tí dagliga meldrinum, og koma tættari at Gudi, og verða ílatin bíbilsk prinsipp fyri at uppliva størri grøðing og frælsi.
Sjálvt retritið er ókeypis, takkað verið okkara gávumildu gevarum. Tó verður eitt tilmeldingargjald á kr. 1.495 sett, sum lutvíst dekkar mat og innivist.
GG! Tað er bindandi tilmelding.


 
